Mentanardagar Avlýst

Mentanardagar Avlýst

  • Nær: 03 september 2020 kl. 12:30

Mentanardagar 2020 avlýstir

Litríku og stuttligu Mentanardagarnir í Fuglafirði, sum eftir ætlan skuldu vera 3.- 6. september eru tíverri avlýstir sambært koronatilráðingunum. Teir verða aftur komandi ár 2.- 5. september 2021.

Tó loyva vit dreymunum at liva, og heita í hesum sambandi á fólk um at seta orð á sínar dreymar um Fuglafjørð, senda okkum teir og luttaka í dreymaframsýning okkara, sum vit seta upp í býarrúminum tá Mentanardagarnir annars skuldu verið. Framsýningin verður tikin niðuraftur áðrenn kommunuvalið í heyst.

Les meira um dreymapanelið, vinningin og hvussu tú luttekur í dreymaframsýningini her. https://fuglafjordur.fo/dreymar/

Ein spennandi og fjølbroytt skrá fyri Mentanardagar 2020 var annars við at vera liðug, har tú m.a. kundi gleða teg at vitja stóra mattorgið, kassabilakappkoyringina, regnskjólagøtuna, hugnaligu ommukaféina í Ribarhúsi, matupplivingar, svimjihyljakonsert, framsýningar, havakonsert, gummibátakappróður, fjøruflirr, víkingavitjan, bommaríið, gongutúrar, barnaloppu- og unikamarknaðin. Tær nógvu góðu konsertirnar, eitt nú tær í Mentanarhúsinum við Bárði á Lakjuni, Hamradun og Hamferð saman við norðurlendskum gestaartistum, arbeiða vit nú við at flyta til komandi ár.

Kassasúkklurnar “Fuffarasúkklurnar”, sum kunnu leigast á kunningarstovuni, eru framvegis tøkar at leiga, og útikaféin Hjallurin er opin tá viðrar. Vit njóta summarið í frástøðu pá tross.