Signar í Homrun & Evi Tausen

Signar í Homrun & Evi Tausen

  • Nær: 23 september 2022 kl. 20:00 - kl. 22:00

Konsert við Signar & Evi.

Signar í Homrum hevur í nógv ár undirhildið føroyingum víða hvar, í ymsum samanhangum, men sum solistur legði hann landið fyri sínar føtur við sanginum “Tað er gott at elska” hjá Bubbi Mortens.
Hevur fingið góð skoðsmál fyri sína versión av sanginum frá komponistinum sjálvum.
Síðan hevur hann levera hit eftir hit, so sum Kærleikans Mátt, Mín Skattur og Sorgblídni 2012.

Evi Tausen er mest kend innan country tónleik.
Hon byrjaði sína karrieru í 2010 við sangunum Hell Have To Go og How’s The World Treating You.
Í 2018 innspældi hon fleiri duettir við Stig Rossen.
Eisini hevur hon uttanlanda vunnið fleiri virðislønir innan country tónleik.
Hon hevur seinastu árini búðleikast í Danmark, men er nú flutt heim á klettarnar aftur.

Signar og Evi koma í Mentanarhúsið við fullum orkestri.


Keyp atgongumerki