Skal samfelagið skifta fortekn?

Skal samfelagið skifta fortekn?

  • Nær: 08 marts 2019 kl. 18:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Kom við til Kvinnudagin 8. mars í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Undir meginheitinum ‘Skal samfelagið skifta fortekn?’ fara vit at viðgera tað góða samfelagið. Vit fylla húsið við vitandi kvinnum úr nærum øllum samfelagskrókum og skotum.

Vit fara at kasta ljós á hetta evnið, sum vit meta eigur at mynda valstríðið. Ein góð skipan av samfelagnum, ið hevur fyrilit fyri øllum – barnafamiljum, kvinnum, monnum, børnum, ungum og eldri – er alt avgerðandi fyri okkara vælferð.

Í smærri, skipaðum kjakbólkum tosa vit við ein skúlastjóra, ein sálarfrøðing, granskarar, ein prest, ein stjóra, ein borgarstjóra, ein yvirlækna, ein sosialráðgeva, tvær landsstýriskvinnur, ein borgarstjóra, aðrar politikarar og ein rebell.

Caféin letur upp kl. 18, har Gimburlombini í Nólsoy fara at borðreiða við annarleiðis brellbitum, sum bara nólsoyingar kunnu. Góður tónleikur fer at tryggja gott huglag.

Á veggunum hanga nøkur stór og smærri verk hjá listakvinnuni Sigrun Gunnarsdóttir. Hennara sermerktu verk lýsa tað stóra í tí smáa, har menniskjanslig nærvera og sambond ofta lita myndevnini. Hon skapar við sínum listaverkum eitt huglag, sum fleiri okkara kanska sakna í einum skundmiklum gerandisdegi.

 

Les meira um tiltakið her

Skrá:

Kl. 18.00: Café við Gimburlombunum. Spennandi smárættir úr Nólsoy, ræstfiskakrokettir, pintjos, vín og hylliblómubrús, meðan vit hoyra dragandi tónar

Kl. 19.00: Elin S. Winther Poulsen bjóðar vælkomin

Kl. 19.10: Tóra Petersen, sálarfrøðingur, setur temaið “Skal samfelagið skifta fortekn” í perspektiv við tølum og trends

Kl. 19.30: Kjak:Umsorgan & nærvera vs professonalisering.
Luttakarar: Lív Patursson, kvinnugranskari, Jónhild Abrahamsen, sosialráðgevi, Katrin Kallsberg (E), Edva Jacobsen (B)

Kl. 20.10: Steðgur – møguleiki at keypa sær kaffi og køkurella ræstfiskakrokettir og vín

Kl. 20.40: Kjak: Búskapur & vøkstur vs tað góða lívið.
Luttakarar: Anne Mette Greve Klemensen, prestur, Súsanna Olsen, Setrið, Annika Olsen (A), Sonja Jógvansdóttir (E)

Kl. 21.20: Kjak: Einstaklingurinvs samfelagið.
Luttakarar: Durita Joensen, skúlastjóri við Løkin, Tjóðhild Patursson, kreativt gimburlamb úr Havn, á beiti í Nólsoy, Hanna Jensen (F), Kristianna Winther Poulsen (C)

Kl. 22.00: Elin Winther Poulsen tekur saman um

Tá almenni parturin er liðugur, eru fólk vælkomin at verða verandi og práta víðari.