Quotes

Quotes

  • Nær: 12 juli 2019 kl. 19:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Í tíðarskeiðinum fríggjadag 12. juli til sunnudag 14. juli verður høvi at síggja eina heilt serstaka pallseting við leikinum Quotes í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Johanne er bæði, leikhússtjóri, pallstjóri, leikari, handritshøvundur og stendur fyri framleiðsluni í Spytt i Panne Teater (SiPT). Henni dámar sera væl at ganga egnar leiðir og hevur við Quotes gjørt eina pallseting, sum er heilt serstøk.

Í sjónleikarafelaganum SiPT eru í dag 7 leikarar í aldrinum 14-35 ár.
Bólkurin heldur til í Bergen í Norra og varð settur á stovn í 2015. Stovnarin var tann tá bert 14 ára gamla Johanne Eikehaug Adriansen.

Quotes
Hvussu nógv vald hevur ein tanki? Hvussu sterk er ein kensla? Hvat stýrir lívinum?

Quotes granskar tað torgreidda menniskjasinnið og vísir sálarliga heilsu úr ymsum sjónarhornum sædd innanífrá. Leikurin viðger tað, ið hendir í høvdinum á einum persóni, og rannsakar, hvussu vit verða ávirkað av hugsanum og kenslum, innaru bardøgum og tvídráttum í strembanini eftir tí algilda spurninginum: ”Hvør eru eg?”

Í hugvekjandi verð leikhússtjórans smelta íblástur og hugskot saman við tíðarleysum vísdómsorðum, tey sokallaðu Buddha Quotes. Tankar, kenslur, sambond og leitan eftir samleikanum spæla upp ímóti hvørjum øðrum í hesi framførslu, sum í roynd og veru bara snýr seg um okkum sjálvi.

Quotes er sera sniðfundiga gjørdur, og fær hetta áskoðaran bæði at uppliva og síggja framførsluna á ein serstakan hátt. Spytt i Panne Teater tekur okkum við á eina hugvekjandi ferð gjøgnum eitt fløkjaligt sinni, har vit verða drigin inn í kenslurnar meira enn inn í tað, ið hendir.

Upprunaliga var leikurin ætlaður ungum- og vaksnum fólki. Men tað gleðiliga er hent, at í Noregi hevur tað víst seg, at leikurin hóskar líka væl til børn heilt niður í 10 ára aldur. Sagt verður frá, at bæði børn og vaksin skifta orð um tað, ið kemur fram í Quotes, í langa tíð eftir, at tey hava sæð leikin.

Tónleikurin hjá Eivør er ein týdningarmikil partur av Quotes og fleiri av persónunum í leikinum eru skaptir við íblástri í hesum.

 

Sýningarnar verða hesar dagar:

Fríggjadag 12/7 kl 19.00

Leygardag 13/7 kl 12.00

Sunnudag 14/7 kl 12.00 og kl 15.00


Keyp atgongumerki