Summartónar við Atla Ellendersen & Jóhannes Andreasen

Summartónar við Atla Ellendersen & Jóhannes Andreasen

  • Nær: 26 juni 2022 kl. 20:00 - kl. 22:00

 

Jóhannes Andreasen lærdi sum smádrongur klaverspæl hjá Rigmor Restorff í Havn og tók seinni útbúgving á Universität für Musik und darstellende Kunst í Wien. Umframt at vera í fremstu røð sum klaverleikari hevur Jóhannes m. a. verið virkin sum klaverlærari, teorilærari, útvarpsvertur og  kórleiðari.

Atli Ellendersen hevur lært violinspæl hjá Arne Svendsen í Danmark og hjá Prof. Max Rostal í Sveis. Hann tók Bachelor í violinspæli umframt Master og PhD í tónlistafrøði í Brasil. Hann hevur verið virkin í ymiskum orkestrum, m.a. sum konsertmeistari og listarliður leiðari.


Keyp atgongumerki