Upphiting til kommunuval 2020

Upphiting til kommunuval 2020

  • Dagfesting:
    • 22 oktober 2020 kl. 19:00
    • 28 oktober 2020 kl. 19:00

Stutt fyrilestrarrøð við Ingibjørg Berg, tvey kvøld í oktober:

Upphiting til kommunuval 2020 – Kommunur, kommunupolitikkur og kommunupolitikarin – leiklutir og uppgávur

Hósdagin 22. okt.: kl. 19.00 – 22.00: “Kommunubygnaður, leiklutir og uppgávur í kommunustýrinum – herundir eisini ymisk markamót ímillum land og kommunur.”

Mikudagin 28. okt.:  kl. 19.00 – 22.00: “Kommunupolitikkur og kommunupolitikarin – leiklutir, heimildir, skyldur og møguleikar í politiska arbeiðinum.”

Ingibjørg Berg er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Aarhus universiteti og eftirútbúgvin innan strategiskt samskifti og leiðslu. Hon hevur drúgvar royndir við kommunum og kommunupolitikki – sum stjóri í Kommunufelagnum, sum trivnaðarstjóri og kommunustjóri í Tórshavn og sum fulltrúi í landsstýrinum. Ingibjørg undirvísir á Diplomleiðaraútbúgvingini á Glasi, í fyrisiting og leiðslu á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við øðrum skrivað bókina Kommunupolitikkur frá 2008 og gjøgnum Kommunfelagið á fleiri skeiðum undirvíst nýggjum kommunupolitikarum.

Tiltakið er ókeypis

Fuglafjarðar kvøldskúli í samstarvi við Mentanarhúsið

Tryggið tykkum pláss umvegis kvoldskuli@fuglafjordur.fo