Valfundur hjá Demokratia

Valfundur hjá Demokratia

  • Nær: 14 august 2019 kl. 19:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Fram til løgtingsvalið skipar Demokratia fyri trimum áhugaverdum valkvøldum kring landið. Tað fyrsta valkvøldið verður longu mikukvøldið 14. august kl. 19 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Á hesum valkvøldum savna vit okkum um eitt evni í senn, men fáa tí eisini høvi at fara í dýpdina við hesum evninum.

Demokratia hevur lagt seg eftir í størstan mun at lata nýggj, kvinnulig valevnir luttaka á kjakfundunum, so áhoyrararnir fáa høvi at hoyra teirra sjónarmið og síggja hvørjar nýggjar kvinnur hesaferð stilla upp afturat teimum kendu.

Orðstýrari er Liljan Weihe, og hon hevur bjóðað trimum áhugaverdum kvinnum at geva eitt kveikjandi innspark til kjakini, áðrenn valevnini fáa orðið.

Evnið á hesum kvøldinum er vinnupolitikkur, har panelið m.a. fer at koma inn á fiskivinnu, ferðavinnu og burðardygd. Kveikjari hetta kvøldið er Sissal Kj. Kristiansen, íverkseti og vinnurekandi innan kreativa vinnu.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi valkvøld, kvinnur og menn, ung sum gomul. Demokratia bjóðar kaffi og køku.