Viðgitin fuglfirðingur fyllir 75

Viðgitin fuglfirðingur fyllir 75

  • Nær: 22 maj 2019 kl. 20:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

Víða gitni marglistamaðurin úr Fuglfirði Frits Johannesen fyllir 75 tann 22. mai.

Sprotin leggur fram nýtt verk við hansara myndlist, og Fuglafjarðar kommuna skipar fyri føðingardagskvøldi í Mentanarhúsinum.

Tiltakið byrjar kl 20, og øll eru hjartaliga væl komin at heilsa upp á Frits, njóta tónleik og røður og okkurt gott til góma og háls.

 

Skráin sær soleiðis út:

 

Gentukórið syngur 3 sangir

Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar Kommunu, ber Frits eina heilsan

Jonhard Mikkelsen leggur bókina fram

Hornorkestrið spælir 2-3 løg

Odvør á Lakjuni ber Frits eina heilsan

– Og so okkurt óvæntað! 

 

Bøkurnar eru til keyps, og Frits skrivar fegin í tær.

 

Borðreitt verður við góðum bitum, onkrum drekkandi og góðum práti.