Vínkvøld við 4 rættum og røttum nótum

Vínkvøld við 4 rættum og røttum nótum

  • Nær: 05 december 2020 kl. 20:00
  • Hvar: Mentanarhúsið

x Til allar sansir – Gandakent kvøld við fýra rættum og røttum nótum. Vínkúllarnir eru aftur uppá spæl, og nú vera tvær smakkingar í Mentanarhúsinum. Hesaferð er talan um eitt heilt kvøld við vælvaldum víni, ið Vínkúllarnir hava funnið innast í vínkjallaranum, og teir hava fingið matmeistaran Ruben Busk við uppí spælið!

Kvøldini byrja við einum glasi av brúsandi víni og einum spennandi brellbita. Síðani verður sett á tvær hvítar og tríggjar reyðar vínfløskur, og vit enda við einum dessertvíni. Afturvið vínsmakkingini ger MatSmiðjan hjá Ruben Busk fýra ymiskar rættir, ið hóska til vínið.

Hetta kvøldið verður alt ein vælspæld sansasymfoni. Mentanarhúsið verður karmur um hesi bæði sera forvitnisligu tiltøk, ið kveikja allar sansir– gómin, nøsin, eygu og oyru eru í hásætið í hesi heilt serstaku sansauppliving. Set kross í kalendaran leygarkvøldið 05. desembur.

Tað er avmarkað atgongd.