Tvær orkubumbur sláa høvdini saman í Mentanarhúsinum
Tiger På Spring (DK)
Tiger På Spring slógu sítt navn fast í Føroyum, tá teir imponeraði bæði dómarar og áhoyrarar til Sement 2022. Við einum eyka karismatiskum sangara í frontinum, er tað ógjørligt ikki at blíva drigin inn í hugtakandi universið hjá Tiger på spring.
Tónleikurin verður lýstur sum fangandi party punk, har tekstirnir snúgva seg um vón, konfliktir og tað ókenda.
Teir hava verið á tourné gjøgnum alt Danmark seinasta árið og skulu eisini spæla á einum av størstu festivalunum í Danmark seinni í ár. Við øðrum orðum, so eru Tiger På Spring í toppform, tá teir fara at spæla fyri tær.
Marius DC
Ja, hvat meir kann mann siga um rapparin Marius DC? Hann telist millum mest spennandi talentini, vit hava í Føroyum. Hann hevur spælt á størstu festivalunum í Føroyum, hann hevur vunnið heiðursløn á FMA og í 2022 vann Marius DC Sement.
Síðani hevur tað gingið við rúkandi ferð og nú er tað serliga uttanlanda, at fólk byrja at fáa oyruni upp fyri Marius. Hann hevur spælt á fleiri stórum festivalum uttanlanda, har hann hevur fingið nógv rós. Rolling Stone, sum er eitt av heimsins størstu tónleikabløðum, skrivaði, at tey vóru hugtikin av orkuríku og nærverandi framførsluna hjá Marius DC.
Og er tað nakað, sum eyðkennir Marius DC, so er tað tann orkuríka og nærverandi framførslan.
Vælkomin í Mentanarhúsið
Keyp atgongumerki