Skip to main content
Loading Tiltøk

LYON við bólki, unplugged

2. mai kl. 21:00

Fríggjakvøldið 2. mai kl. 21 spælir Lyon eina sermerkta akkustiska konsert í Mentanarhúsinum, við Kristian Paula Ellefsen og Karl Andrias Stórá á klaver og bass. Við íblástri úr gospel, blues og føroyskum gerandislívi gevur Lyon eina hjartanemandi uppliving – bæði fyri nýggjar og trúgvar áhoyrarar.

Fríggjakvøldið 2. mai kl. 21 – Lyon við bólki (akkustiskt / unplugged)

Ein av okkara heilt serligu og mest gávaðu tónlistarmonnum er tónleikarin, sangarin og sangskrivarin, Lyon Hansen, ættaður úr Gøtugjógv, búsitandi vesturi í Vágunum. Lyon hevur týðiligan íblástur úr suðurstats gospel og bluestónleiki, umframt drøg frá listarfólkum sum Bob Dylan, Leonard Cohen, Tom Waits og okkara egna Kára P. Alt hetta tulkað á egnan hátt og sett inn í eitt heimligt viðkomandi føroyskt høpi við kosmiskum útsýni.

Lyon gjørdist fyrst kendur fyri nøkrum árum síðani við lagnum Sister, og seinasta hittið hjá honum, Leið 400, har hann syngur duett við Guðrið Hansdóttir, er at finna á nýggjastu heildarútgávu hansara, sum kom út fyri stuttum síðani.

Við sær á pall hevur Lyon Kristian Paula Ellefsen á akkustiskt klaver og Karl Andrias Stórá á akkustiskan bass. Um tú ikki kennir Lyon, so er hetta ein opinbering, ið bíðar. Og um tú kennir hann framanundan, so veitst tú, at hetta verður ein stór uppliving.

Keyp í forsølu fyri 150 kr (+ 10 kr avgreiðslu) her

Prísur við dyrnar 200 kr

Útgreining

Dato:
2. mai
Nær / kl.:
21:00
Tiltak bólkur:

fyriskipari

Mentanarhusið

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map