Vilt tú reka kaféina?

Vilt tú reka kaféina?

Mentanarhúsið sóknast eftir áhugaðum og ídnum samstarvsfelag at reka kafé og køk, sum í tøttum samstarvi við Mentanarhúsið, brennur fyri at seta matmentan og sanna matgleði á breddan og birta undir eina góða heildaruppliving hjá gestum.

Tú skal hava áhuga fyri at veita forvitnisligan, vælsmakkandi mat, við støði í føroyskari matmentan til ein rímuligan kostnað.

Kafein og Mentanarhúsið virka í tøttum samstarvi, bæði dagligt, til mentanarlig tiltøk og ráðstevnur. Kafein heldur til í ovara enda á húsinum, og hevur pláss fyri umleið 100 gestum.

Umframt at hava opið, tá ið tiltøk eru í húsunum, hevur kaféin opið soleiðis:
Mán-sun kl.11.00-17.00

MENTANARHÚSIÐ
Mentanarhúsið bjóðar mentanarligar og listaligar upplivingar, ið eru við til at ríka um føroyskt mentanarlív. Húsið er karmur um tónleik, sjónleik, framsýningar, fyrilestrar, skeiðvirksemi, fundir og privatar veitslur.
Vælumhugsaðu, smidligu hølini og góðu ljós- og ljóðviðurskiftini gera, at húsið hóskar væl til alskyns mentanartiltøk. Húsið er ein perla og ein mentanarligur miðdepil í økinum.

Køkurin í kafeini er góðkendur ídnaðarkøkur og hóskar væl til bæði stór og smærri tiltøk. Haraftrat er køkurin væl egnaður til virksemi í sambandi við vistveiting. Mentanarhúsið hevur skeinkiloyvi, matstovuloyvi og alment loyvi.
Harumframt er møguleiki fyri, at køkurin verður veitari til ymisku stovnanir í kommununi, so sum, barnagarðar, skúla, sambýlir, umframt til fjølbroytta vinnulívið í økinum og kann tann parturin skapa eitt enn betri grundalag fyri virkseminum.

Endalig avtala um treytir og skyldur partanna millum, verður gjørd í samráði við skikkaðar umsøkjarar. Mentanarhúsið tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir, ella onga at velja.

VILT TÚ VITA MEIRA
Nærri kunning fæst við at venda sær til Jónas Bloch Danielsen, leiðara í Mentanarhúsinum, á telefon 23 80 70 ella um teldupost MH@fuglafjordur.fo

UMSÓKNIR
Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. desember kl 12.00 og sendast til:

Mentanarhúsið í Fuglafirði
Karvatoftir 5.
530 Fuglafjørður

Ella til MH@fuglafjordur.fo