Okkara hølir
til fundir og ráðstevnur
Húsið rúmar um 500 fólkum, og hevur allar hentleikar frá ljós- og ljóðútgerð til góðkendan ídnaðarkøk. Við hesum fjølbroyttu møguleikum er lagamanni at halda stórar ráðstevnur, konsertir, sjónleik, eins væl og smáar fundir og tiltak av alskyns slagi.
Leiga høli herStóri salurin við fjølbroyttum eginleikum
Á veghæddini er stóri og snotiligi salurin við fjølbroyttum eginleikum, ið er hóskandi til stór tiltøk sum ráðstevnur og fyrilestrar. Umframt at vera ein stórur salur við tilhoyrandi køki, kann salurin eisini býtast sundur í tvey, ovara og niðara sal.
Tá veggurin millum salirnar er tikin burtur, rúmar salurin upp til 250 sitandi gestum. Stóri salurin kann eisini nýtast til móttøku og veitslu.
Niðari salur
NIÐARI SALURIN hevur framúr góðan akustikk og er vælegnaður at HALDA RÁÐSTEVNUR, FYRILESTRAR OG KONSERTIR.
Uppsetingin kann broytast eftir tørvi. Er salurin skermaður frá ovara sali, er hann eisini myrkalagdur, hevur ein intiman og fjálgan dám, og hóskar serstakliga væl til filmsýningar og konsertir. Pallur kann setast upp, og tá hevur tú fulla uppmerksemið hjá áhoyrarunum.
Ovari salur
Tekur upp til 60 fólk, og kann nýtast til alt frá FYRILESTRI OG FUNDI, TIL MATSTOVU OG MÓTTØKU.
Salurin er knýttur at køkinum. Salurin hevur egna útgongd út á torgið, og tí er lætt at fáa sær fríska luft, tá steðgur er.
Heimastova
FJÁLGA, STOVUKENDA HØLIÐ VIÐ ÚTSÝNI út á Kyrjastein hevur ein óhátíðarligan, avslappandi dám. Hølið hóskar væl til fundarvirksemi, SMÆRRI SKEIÐ OG VERKSTOVUR av tí óformella slagnum. Eisini er tað upplagt at brúka sum eyka rúm, um størri tiltak er í salinum og tørvur er á at býta luttakarar upp í bólkar.
Hølið er eisini væl hóskandi sum backstage, tá stór tiltøk eru í salinum.
Norðrastova
Saman og fyri tykkum sjálvi
Hølið er rúmligt og nýtslan kann tillagast eftir tørvinum á tiltakinum.
Her ber til at halda FUND, SKEIÐ OG VERKSTOVUR, ið krevja at
tit hugsavna tykkum. Hølið hevur egna inngongd, tekøk til kaffisteðgir
og vesi.
Hølið hevur glasiligt útsýni yvir havnarlagið, bátahylin og eyðkendu
trøllastandmyndirnar, ið umboða bæði vinnu og mentan í Fuglafirði.