Skip to main content

Nógvir møguleikar eru í Mentanarhúsinum, og tað verður eisini útleigað til nógv ymisk endamál.

Vilt tú leiga Mentanarhúsið, skalt tú fylla út oyðiblaðið niðanfyri. Síðan verður tín umsókn viðgjørd, og tú fært boð.

  • 200 sitandi gestir til matserverin
  • 280 sitandi gestir til konsertir o.a.
  • 400 gestir til standitiltøk
  • Mentanarhúsið hevur drúgvar royndir við mattiltøkum og kunnu vegleiða tær, um neyðugt
  • í Mentanarhúsinum eru fýra ymisk rúm, sum kunnu leigast til ymisk tiltøk. Ein stóran sal, sum er væl egnaður til tónleikatiltøk ella fyrilestrar og ein minni sal, sum er serstakliga væl egnaður til fundir. Teir kunnu brúkast hvør sær ella saman, tí veggurin teirra millum kann latast upp ella vera aftur. Annar tekur 120 sitandi við borðum og hin tekur 80 sitandi við borðum. Harumframt hava vit tvey hugnalig rúm á loftinum, har ávikavist 20 og 40 fólk fáa sitið.
  • Vit hava ljóðanlegg í húsinum og er tørvur á aðrari tøkni verður hetta leigað frá okkara samstarvsfeløgum. Vit hava 2 lørift og 2 sjónvørpur, pall ið kann byggjast til eitthvørt tiltak, rund borð til 236 fólk, fýrkantaði borð til 64 fólk og 280 stólar.