Skip to main content

Um

Mentanarhúsið

Sermerkti og snotiligi bygningurin stendur mitt í býnum við bátahylin. Plássið, sum ber gamla heitið Karvatoftir, og økið uttanum, hevur leingi verið karmur um handilsligt og sosialt virksemi, og tískil er staðsetingin av Mentanarhúsinum náttúrlig.

Sí starvsfólk

Eitt breitt úrvæl

Síðan húsið varð tikið í nýtslu tann 29. juni í 2002, hevur tað bjóðað eitt rættiliga breitt úrvæl av mentanarligum tiltøkum. Við Mentanarhúsinum, hevur útnorður Føroyar, fingið ein virknan leikara á føroyska mentanarpallinum.

Vælumhugsaðu og smidlig høli

Vælumhugsaðu og smidligu hølini og góðu ljós- og ljóðviðurskiftini gera húsið vælegnað til bæði sjónleik, framsýningar, skeiðvirksemi, móttøkur, dans og ikki minst hámentanarligar konsertir. Niels Midjord er arkitekturin handan Mentanarhúsið, Frits Johannesen hevur prýtt stóran part av húsinum uttanfyri og onnur listafólk sum Heðin Kambsdal, Rólant av Reyni, Janus á Húsagarði, Edward Fuglø og Helgi Midjord hava prýtt innan við sínum listaverkum.

Fjølbroytt tiltøk

Fuglafjarðar Sjónleikarafelag hevur verið eigari av Mentanarhúsinum fram til tann 1. Januar 2012, tá Fuglafjarðar Kommuna keypti bygningin. Mentanarhúsið leggur upp til at húsa so fjølbroyttum tiltøkum sum til ber, á so høgum støðið sum til ber, so øll kunnu fáa gagn av húsinum.