Dúdd Dúdd – ver ikki fyri! Nú er nærri kunning her niðanfyri!
Kassabilakappkoyring 2023
Leygardagin 2. september kl. 13 verður kassabilakappkoyring á Mentanardøgum í Fuglafirði. Kappast verður hesaferð omaneftir brekkuni frá brúnni um Gjógvará og oman til torgið mitt í Fuglafirði C og eisini fara vit, sum nakað nýtt, at skipa fyri eini skumpikapping hinumeginfrá, frá Bedingini og heim á torgið. Tíðartaking er á teininum, og legendarisku øhhnn-øhnnn-frásøgufólkini Jákup Veyhe og Jensina Olsen siga frá við málstrikuna.
Kappingin verður býtt upp í bólkar, alt eftir undirtøkuni, men áleið so:
Børn 9 ár og yngri (saman við vaksnum skumpara/um)
Kvikasti bilur 10 – 13 ár
Kvikasti bilur 14- 18 ár
Kvikastu feðgar/møðgur/
Kvikasta fyritøka
Kvikast í opna bólkinum
Eisini verða heiðursmerkir og vinningar latnir fyri:
Vakrasta bil
Brallutasta bil
Kølnasta bil
Nørdutasta bil
Løgnasta bil
Tryggasta bil
Snøggasta skumpi- og bremsilið
Festligastu skumpi- og bremsilið
Borgarstjórðin, Dávur Juul, og fv. borgarstjórin, Sonni á Horni og Prutllærarin, Sandy í Lambanum manna dómarapanelið.
Treytir
2 tímar áðrenn kappingin byrjar, tvs. leygardagin 2. september kl. 12.00 skulu luttakandi bilarnir til sýn og endaliga kappingarinnskriving uttanfyri Mentanarhúsið. Fuglafjarðar Ellisakfør, Fuglafjarðar sløkkilið, Fablab, Pól Hans og Palli og fleiri onnur sjálvboðin hjálpa til við kappingini
Ellisakfør sleipa kassabilarnar yvir á mállinjuna.
Treytir til kassabilin og føraran
– Bilurin skal vera heimagjørdur og egin
– Bilurin skal minst hava 4 hjól
– Bilurin skal vera málaður/litaður
– Bilførarin skal verða í góðari “skursli-drakt” og hjálmi.
– Trygdin skal sjálvandi vera í lagi.
– Bilurin skal hava navn
– Bilurin skal ikki kunna dálka umhvørvið
– Bilurin skal hava okkurt slag av bremsum, so trygdin er í lagi.
– Hvør bilur hevur í mesta lagið 3 fólk, sum skumpa og bremsa
– Ikki er loyvt at festa drekar í ella hava segl ella at hava motor yvirhøvður
– bilanir skulu hava flagg á stong á bilinum
– Tiltakið er undir egnari ábyrgd
Tilmelding
Tilmelding á mentanardagar@fuglafjordur.fo í seinasta lagið 31. august. Tað er ókeypis at luttaka.
Fyrispurningar um tiltakið kunnu sendast til: mentanardagar@fuglafjordur.fo
Stórskermur, at fylgja gongdini verður tíverri ikki í ár, men aftur komandi ár.
Vinningar:
Høvuðsvinningur er steyp frá FabLab og annars eisini gávukort til ymiskt úr nærøkinum. Medaljur verða handaðar.