Skip to main content

Á tiltakinum, Millum makligheit makt og mammon, á altjóða kvinnudegnum 8. mars í Mentanarhúsinum, varð Óluva í Gong kosin til Ársins Britu.

Heitið Brita, sjálvt orðið, er ein formur av kvinnunavninum Birgitta. Men hvørja Birgittu ella Britu sipað verður til, vita vit lítið um. Tað kann hugsast at tað stavar frá onkrari gamlari søgu um onkra Britu við ávísum eginleikum. Ein Brita – def: Ein sterk, framsøkin kvinna, sum er djørv, stendur við sítt og við síni virðir. Grundgeving hjá dómsnevndini Hennara brennandi ynski um rætta lønarlagið hjá føroyskum sjúkrarøktarfrøðingum í mun til aðrar fakbólkar við sama útbúgvingarstøði, fær hana at kjema ótroyttiliga. Hon er stinn, áhaldin og arbeiðssom. Og í 12 ár hevur hon staði á odda í stríðunum fyri at betra um lønarlagið hjá hesum týðandi fakbólki. Hon hevur eina sterka rættvísiskenslu, sum er hennara drívmegi – og hon ynskir so inniliga at vera við til at broyta tann samfelagstrupulleikan, vit tíverri enn síggja á summum økjum. Avbjóðingina har økini, har meirilutin er mannfólk, verða tikin í størri álvara enn tey økini, har meirilutin eru kvinnur. Og tí er hetta stríðið, hon stendur á odda fyri so ómetaliga avgerðandi fyri, at umsorgnarøki er lív lagað í framtíðini – at ung velja hesar útbúgvingar til. Hon er treisk, og vísir dirvi og áræði, sum eisini er inspirerandi fyri aðrar fakbólkar, sum eisini stríðast fyri rættvísum lønarlagi. Ársins Brita stóð fast. Ársins Brita helt út. Ársins Brita stríddi eitt stríð fyri at vinna øðrum rættindir. Dómsnevndin er mannað við hesum umboðum, Tóra Effersøe Mortensen frá Kvinnu, Brandi Mortensen Nolsøe frá Javnstøðunevndini og Rønn Eliasen frá Fuglafjarðar kommunu. Hóast nógvar fantastiskar kvinnur vóru í uppskoti til Ársins Britu, var tað ein samd dómsnevnd, sum valdi Óluvu í Gong til Ársins Britu.

Sí stroyming frá tiltakinum her:

Slået op af Mentanarhúsið í Fuglafirði i Fredag den 8. marts 2024