Leygardagin 19. august skipar Fuglafjarðar Ellisakfør fyri almennum bil- og motorsúkklutreffi við Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Fuglafjarðar Ellisakfør skipaði fyri biltreffi í 2018 og 2019. Undirtøkan bæði árini var rættuliga góð. Orsaka av korona hevur tiltakið ligið í dvala, men nú herja vit á aftur.
Tiltakið er ætlað ellisakførum, specialbilum, so sum amerikanskum bilum, umbygdum ella ‘pimpaðum’ bilum og øðrum spennandi bilum, motorsúklum og serligum knallertum.
Hugskotið við tiltakinum er at savna so nógvar bil-entusiastar saman sum gjørligt, har teir kunna vísa fram síni akfør, fáa íblástur frá øðrum entusiastum og hugna sær.

Fuglafjarðar Ellisakfør hevur 11 ár á baki. Vit hittast javnan mikukvøld í hølum felagsins. Í hølunum er eisini pláss hjá limum at hava akførini standandi. Hesi verða javnan víst fram til áhugað, ið koma framvið í býnum.
Tey, ið hava hug at vera við sínum akfari, kunnu møta við
ítróttarhøllina á Kambsdali kl. 13.30, haðani øll, ið møta, vera við í rekkjukoyringini inn til Fuglafjarðar.
Ellisakførini koyra rekkjukoyring frá ítróttarhøllini gjøgnum Kambsdal og til Fuglafjarðar, har koyrt verður til parkeringsøkið við Mentanarhúsið, har akførini vera sýnd fram.

Tiltakið verður frá kl. 14.00 – 17.00.