Leygardagin 19. august skipar Fuglafjarðar Ellisakfør fyri almennum bil- og motorsúkklutreffi við Mentanarhúsið í Fuglafirði.
Tiltakið er ætlað ellisakførum, specialbilum, so sum amerikanskum bilum, umbygdum ella ‘pimpaðum’ bilum og øðrum spennandi bilum, motorsúklum og serligum knallertum.
Hugskotið við tiltakinum er at savna so nógvar bil-entusiastar saman sum gjørligt, har teir kunna vísa fram síni akfør, fáa íblástur frá øðrum entusiastum og hugna sær.
ítróttarhøllina á Kambsdali kl. 13.30, haðani øll, ið møta, vera við í rekkjukoyringini inn til Fuglafjarðar.
Ellisakførini koyra rekkjukoyring frá ítróttarhøllini gjøgnum Kambsdal og til Fuglafjarðar, har koyrt verður til parkeringsøkið við Mentanarhúsið, har akførini vera sýnd fram.
0 CommentsViðmerk á Facebook