Skip to main content

Á Flaggdegnum, týsdagin t. 25.04., verður matstovan í Mentanarhúsinum latin upp fyri almenninginum. Tað er MatSmiðjan hjá Ruben Busk, ið kemur at borðreiða við ymiskum á degnum og letur hon upp til Flaggdagshaldið, ið verður í Miðstaðarlundini kl. 14.

Fyrst verður borðreitt við kaffi og køkum, og til náttverða verður eitt lekkurt sjálvtøkuborð gjørt til høvið.

Kl. 14-16:      Kaffi-, thé- og køkuborð

  • Kostnaður 65,-

Kl. 17-21:      Sjálvtøkuborð

  • Kostnaður 250,-
  • Kostnaður 100,- fyri børn undir 12 ár

 

Flaggdagshaldið verður, sum sagt, í Miðstaðarlundini kl. 14 og seinni á kvøldinum verður forkunnugt bókaútgávutiltak í stóra salinum kl. 20. Meiri kunning fært tú á www.mh.fo

 

Vælkomin í Mentanarhúsið á Flaggdegnum