Føroya Symfoniorkestur við Hans Petur í Brekkunum, stjóra og Jónas Bloch Danielsen, leiðari í Mentanarhúsinum, hava skrivað undir 2-ára samstarvsavtalu. Sambært avtaluni kemur Føroya Symfoniorkestur at hava eina konsert árliga í Mentanarhúsinum.
Mentanarhúsið fegnast um, at vit við hesi avtalu gerast karmur um klassiskan tónleik á hægsta stigi. Fyri Føroya Symfoniorkestur leggur avtalan lunnar undir arbeiðið at gera tónleikalívið fjølbroytt og dygdargott kring landið.
Fyrsta konsertin verður eftir ætlan 24. septembur 2023
Mentanarhúsið er millum best ljóðandi hølir í landinum. Nú Føroya Symfoniorkestur komandi tvey árini fer at hava árligu heystkonsertina í Mentanarhúsinum, er lagt er upp til eina nærverandi uppliving, har orkestrið í mun til aðrar framførslur er heilt nær við áhoyraran.
Vit gleðast um at hýsa hesi stórfingnu konsertuppliving í Mentanarhúsinum.
Á myndini: Eyðun á Lakjuni, formaður í mentanarnevndini, Jónas Bloch Danielsen, leiðari í Mentanarhúsinum, Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya Symfoniorkestri og Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.