Skip to main content
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Barnakonsert við Føroya Symfoniorkestri

7. apríl kl. 14:00 - 15:00

Føroya Symfoniorkestur og Jákup Dahl Wardum framføra søguna um tubaina Tubbinu

Føroya Stórsta Orkestur spælir árligu barnakonsertina í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

 

Sjónleikarin, skemtarin og frásøgumaðurin Jákup Dahl Wardum fer saman við Føroya Symfoniorkestri at fortelja tykkum søguna um tubaina Tubbinu.

Søgan snýr seg um eina tuba, sum spælir í orkestrinum. Tubain er troytt av allatíðina at spæla teir somu tveir tónarnar og ongantí sleppur at spæla ein ordiligan melodi.
Tubbina fer síðan á ævintýraferð tí hon vil royna at spæla ein ordiligan melodi fyri fyrstu ferð.
Súsanna Tórgarð hevur týtt søguna til føroyskt.

Ein almenn konsert verður spæld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og ein almenn konsert verður í Norðurlandahúsinum. Haraftrat verða níggju konsertir spældar fyri barnagørðum og skúlum.

Atli K. Petersen hevur útsett tveir nýggjari føroyskir sangir fyri symfoniorkestur og á skránni verða eisini onnur løg, sum tit ivaleyst hava hoyrt áður og kenna væl.

Føroya Symfoniorkestur gleðir seg til at spæla hugnaligar og og stuttligar konsertir fyri teimum yngstu.

Dirigentur: Bernhardur Wilkinson
Tíð: Sunnudagin 7. apríl kl. 14.00
Stað: Mentanarhúsið í Fuglafirði
Kostnaður: Vaksin 150 kr., børn 50 kr.

 

Keyp atgongumerki

Útgreining

Dato:
7. apríl
Nær / kl.:
14:00 - 15:00

fyriskipari

Mentanarhusið

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map