Aftur í ár fáa børnini møguleikan at selja ymiskar vørur á Mentanardegnum, leygardagin 2. september frá áleið kl: 14.00 og soleiðis sum tað passar út á dagin.
Børn sum ynskja at selja ymiskar vørur á Mentanardøgunum 2023, eru vælkomin at hava bás í túninum og parkeringsplássinum hjá Bókasavninum (ikki í Miðstaðarlundini, tí har eru Víkingarnir)
Tað er bara at møta upp og byrja at seta básin upp. Tit selja so leingið tit hava hug
G.G: Snarathlon og kassabilakappkoyring verða í tíðarrúminum 12 – 15.00 og verður partur av niðasta vegi stongdur og ansast má eftir súklum, spelandi fólki og kassabilum,sum fara drønandi framvið.