Skip to main content
Loading Tiltøk

Eykasýning – Verjurøða holubúgvans

6. mai, 2018 kl. 20:00 - 21:30

Av tí, at atgongumerkini til upprunaligu sýningina av Verjurøðu Holubúgvans vórðu rivin burt, hava vit sett eykasýning á skrá 6. mai kl. 20.00.
”VERJURØÐA HOLUBÚGVANS”….
Er ein einrøðuleikur, sum hevur rekordina sum mest spældi einmansleikur á Broadway, er týddur til 21 mál, og spældur í 49 ymiskum londum – føroyska uppsetingin er nummar 50 í røðini.
Sum navnið sigur so er hetta ein verjurøða, gjørd sum eitt slag av stand-up. Maðurin á pallinum er troyttur av allatíðina at hoyra viðmerkingar frá kvinnum um, hvussu strævnir, býttir og ótolandi menn eru. Hann setir sær fyri at royna at finna útav og greiða frá, hví mannfólk og konufólk ofta enda í støðum, har ikki ber til at skilja hvønnannan. Misskiljingarnar eru ofta láturligar, tá vit sum her síggja tær á palli – men í veruleikanum eru tær ofta orsøkin til at maður og kona ikki kunnu semjast. Hann leitar heilt aftur til holubúgvan og samanber frummenniskjuni við tað modernaða menniskja. Við dømum og stuttligum lýsingum av situatiónum, sum flest øll kenna aftur, finnur hann útav, at júst har – í frumtíðini – finna vit kanska frágreiðingarnar og orsøkirnar til, at nútíðarmenniskjuni hava so nógv at stríðast við – og loysnirnar eru sum oftast einfaldari enn vit halda.
Leikurin er ótrúliga stuttligur, og samstundis hugvekjandi, rørandi og viðkomandi. – ein leikur sum nógv fara at kenna seg aftur í.

Leikari: Jákup Dahl Leikstjóri: Ria Tórgarð Ljós/Ljóð: Árni Baldvinsson Framleiðslustjóri: Súsanna Tórgarð

Citat úr leikinum: Eg minnist ta tíðina, tá frum-menn vóru frælsir. Dansaðu rundanum eldarnar. Hetta var áðrenn smart phones, ferðslu larm, socialu miðlarnar…alt. Eg minnist eg elskaði eina kvinnu. Hon savnaði føði í sina kurv. Hon hevði skil fyri mánanum og árstíðunum. Eg bar henni fongin, sum eg sjálvur veiddi í skógunum. Eg helt vakt við hellismunnan, okkara heim. Mítt vápn: Eitt spjót hvest við steini. Eg gav familju míni mat, helt vakt og sá hvussu børnini vuksu. Eg tilbað konu mína. Eg málaði myndir á grótveggin. Eg lá undir liðini á bison oksanum. Eg var ein holubúgvi.

 

 

Útgreining

Dato:
6. mai, 2018
Nær / kl.:
20:00 - 21:30
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530