Skip to main content
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

FarBeDuo v/ Sámali Petersen, violin, og Axel Freier, klaver, úr Belgia

7. november, 2024 kl. 20:00
FarBeDuo

Konsert við FarBeDuo v/ Sámali Petersen, violin, og Axel Freier, klaver, úr Belgia

Mentanarhúsið í Fuglafirði – 7. november 2024 kl 20

Sámal Petersen, violin og Axel Freier, klaver, saman kalla teir seg FarBeDuo, framføra 3 sonatir á konsertini í Mentanarhúsinum. Teir framføra E Grieg sonatu nr 2(1867), C Franck sonatu(1886) og F Poulenc sonatu(1943). Tvær tær fyrstu eru úr háromantikkinum, meðan tann 3. er smíðað og framførd í París undir 2. Veraldarbardaga. 

Sámal Petersen er konsertmeistari í Føroya Symfoniorkestri og limur í Aldubáruni. Hann hevur verið solistur við Føroya Symfoniorkestri í 4 ymiskum violinkonsertum. Sum konsertmeistari hevur Sámal eisini framført soloverk og nógvar konsertmeistarasoloiir. Axel Freier er klaverfylgispælari á Musikkkonservatoriinum í býnum Leuven og framførir javnan konsertir saman við yrkistónleikarum úr Belgia. Axel hevur eisini verið solistur í Grieg klaverkonsert við symfoniorkestri í Belgia. 

Konsertin verður tilsamans áleið 1 tíma og 45 min íroknað kaffisteðg

Keyp atgongumerki á 100 kr + avgjald á Atgongumerki.fo

Útgreining

Stað