Heintar Tiltøk

« Øll Tiltøk

OKTETT – Mendelssohn & Svendsen

29. januar, 2027 kl. 20:00

Átta av okkara fremstu klassisku tónleikarum koma í Mentanarhúsið at spæla eina serliga konsert, har høvuðsverkið er ein av stóru perlunum í klassiskum kamartónleiki: Oktett í Ess-dur, op. 20, eftir Felix Mendelssohn.

Mendelssohn skrivaði verkið í 1825, bert 16 ára gamal, og hóast unga aldurin megnaði hann at skapa eitt verk, sum í dag verður roknað millum tey fremstu í romantiska kamartónleikinum.

KEYP ATGONGUMERKI HER

Oktettin er skrivað fyri fýra violinir, tvær viólir og tvær sellur.

Við somu manning fara tónleikararnir eisini at framføra Oktett í A-dur, op. 3, eftir norska tónaskaldið Johan Svendsen. Hetta er eitt minni kent, men sera áhugavert verk, sum hóskar væl saman við oktettini hjá Mendelssohn. At talan er um eitt skandinaviskt verk, gevur konsertini ein serligan norðurlendskan dám.

Sambært tónleikarunum eru hesi bæði verkini allarhelst ongantíð áður framførd í Føroyum. Ein av orsøkunum til at verkini sjáldan hoyrast yvirhøvur, er júst, at tey krevja eina
samanseting av 8 sera dugnaligum tónleikarum. Og teir hava vit nú í Føroyum.

 

Tónleikararnir í Oktett eru allir lærarar í føroysku musikkskúlaskipanini og limir í Føroya Symfoniorkestri, har fleiri teirra hava leiðandi leiklutir.

Tónleikarar:
Heiðrun Petersen, Jón Festirstein, Ragnar Festirstein, Atli Ellendersen, Angelika Hansen, Birita Dam, Kristina á Váli og Natalie Bechmann.

Konsertin verður eitt sjáldsamt høvi at uppliva tvey stórverk úr romantiska kamartónleikinum, framførd av átta dugnaligum tónleikarum, sum vit hava her heima.

Atgongumerki

  • Vaksin: 150 kr.
  • Børn og ung (til og við 17 ár): 75 kr.
  • Musikkskúlanæmingar (óansæð aldur): 50 kr.

KEYP ATGONGUMERKI HER

Útgreining

Stað