Jólakvirra við Katrin á Borg Johannesen og bólki

Jólakvirra við Katrin á Borg og bólki
Legg jólaresið til viks eina løtu og kom til eina fjálga og friðsæla jólakonsert í Mentanarhúsinum.
Katrin á Borg og bólkurin framføra vakrar og kendar jólasálmar og -sangir í nýggjum hami — við egnum útsetingum og íblástri úr norskum tónleiki. Eitt kvøld við nærveru, hugna og jólakvirru.
Við Katrini á pallinum eru:
Holgar Johannesen á klaveri
Pauli Reinert Poulsen á gittara
Eyðun Johannesen á bassi
Fríði Bjarkhamar á trummum
Johan Hentze á horn
Leygarkvøldið 19. desember kl. 20.00
Kostnaður
Ung 0-17 ár: 80 kr
Vaksin 18+: 180 kr
KEYP ATGONGUMERKI
