Listaframsýning og tónleikur við fjøllistamanninum Janus á Húsagarði
Fríggjadagin t. 01.09. kemur Janus á Húsagarði við eini listaframsýning í Mentanarhúsinum. Myndirnar eru gjørdar av vatnlitum og kol. Janus hevur sín heilt serstaka stíl og myndaevni er einamest av trøllum sum eru forsteina vegna sólarljós!
Umframt myndalist, so hevur Janus m.a. ferðast nógv við sínum tónleiki og fer hann eisini at spæla nøkur løg fyri okkum hendan fríggjadagin.
Framsýningin verður at síggja í Mentanarhúsinum allar Mentanardagarnar.
Framsýningin er ókeypis og meiri kunning kemur seinni.