Skip to main content
Loading Tiltøk

Frits Johannesen – Framsýning

23. november, 2021 kl. 11:00 - 27. november, 2021 kl. 16:00

Málningalistin í Fuglafirði
Tá ið tú kemur til ellina, so verður tú eymur um alt, sum eygað sær og oyrað hoyrir. Tað, sum eygað ikki hevur sæð, og oyrað ikki hevur hoyrt, rørir ikki hjartað… og  eymur er hann, sum  agnið sparir. Eymleikin nørir um manga løtu og setir síni spor í hugflogið.

Tað eru nógv penslastrok farin um tún og teigar her á landi, og hevur nørt um ta føroysku myndlistina, hóast tann føroyska listin er væl yngri enn t.d. málningalistin aðrastaðni. Símun Olivur Johannesen, pápabeiggi Frits og morbróðir Heðins, var fyrsti fuglfirðingurin, ið fór at mála. Hann var føddur 1900 og doyr í 1983. 1922 var sjónleikur spældur á loftinum í Rættarbúðini, har Símun gjørdi leiktjøldini. Hann málaði tey heima við hús uppi í Toftum í barndómsheiminum. Her vóru so tey fyrstu fótafetini sett í málningalistini  her í bygdini. Símun var t. d. við, tá ið málningaframsýningin á Varmakeld-ustevnuni fyrstu ferð var 1969 og var við her í mong ár. Frits og Heðin vóru eisini við her á fyrsta sinni saman við skyldmanninum. Fyrrárið vóru 50 ár liðin, síðani henda sýning sá dagsins ljós. Á Varmakelduni hetta árið vóru meira enn fimmti fuglfirðingar, sum stillaðu út. Henda framsýning var í 7 ymiskum støðum í bygdini og var eisini t. d. í Mentanarhúsinum.

Tað er undrunnarsamt, at eitt so lítið land kann hava so góða og fjøltáttaða list sum Føroyar, og at ein bygd sum Fuglafjørður kann hava eitt so gott mentanarhús og so mong fræg listafólk, sum nøra um eymleikan og seta síni spor í ta listaligu gongdina dag og dagliga. Hetta er sanniliga gáva til gagns.

Lívið! Dýra undur eg var lutur av,
eitt ævinleikaboð av magn’ og anda,
sum skelvur gjøgnum loft og jørð og hav
við ljósi, myrkri, vøkstri og við vanda,

( Landið eg bar við mær inn um skúlans gátt: Karsten Hoydal).

Útgreining

Start:
23. november, 2021 kl. 11:00
End:
27. november, 2021 kl. 16:00
Afturvendandi:
Tiltak bólkur: