Bergur Rønne Moberg heldur fyrilestur um ymsar hugsjónir og hugsanir, sum hava ávirkað William Heinesen: kristindóm, evropeiska heimspeki frá Platon til Camus, humanismu og skaldskap. William sigur ferð eftir ferð, at ongin søgukringur ella ideheimur hevur hugkveikt hann meira enn kristindómurin. Ætlanin er at kasta ljós yvir sambandið millum kristindóm, heimspeki og poesi hjá Willam frá Platon via Augustin, Erasmus úr Rotterdam og sálmayrkjarar (Kingo, Brorson, Dass). Endamálið at sláa ein hugsjónarring sum lív og verk Williams við serligum atliti til kristindóm og heimspeki og poesi. Heildarinntrykkid er tad avgerandi.
Atgongumerkið kunnu fáast við dyrnar, og kostar 100 kr
Dyrnar opna kl 19.00