- Hetta tiltak er liðugt.
Harmonikufestivalur 26-28 august

Eitt spennandi vikuskifti í Fuglafirði!
Harmonikufestivalurin verður sum vanligt í viku 34. Vit fáa, umframt okkara føroysku orkestur og spælarar, vitjan av sera dugnaligum spælarum úr Norðurlondum.
Á skránni vera konsertir, dansur, camping, tónleikacafé, felagssangur, matstova, vælumtøktu sangløturnar og ikki at gloyma hugna, sang og jamm á campingøkinum.
Vit fáa vitjan av Mogens Bækgaard, sum fer at stemma harmonikur og gera smávegis umvælingar, tilmelding á:
tel. +45 25 61 30 58 ella mogens@harmonikaservice.dk
Kunning av spælarum og tiltøkum verða leypandi at síggja á www.harmonikufestivalur.fo og á facebook á Harmonikufestivalur í Fuglafirði.
Vælkomin á Harmonikufestival!
Fríggjadag 498.-
Leygardag 498,- (dansur ikki íroknaður)
Sunnudag konsert 100kr
Dansur leygarkvøld 200,- (ókeypis við vikuskiftisarmbandi)
498,- fyri vikuskiftið 25. – 28. aug.
Økið letur upp kl 18.00 hóskvøldið 25. aug.
Vinarliga send boð á 595645 við hesum upplýsingum: Navn, Nr. pláta, longd á vogni og nær tit vænta at koma.
* Sí facebook síðuna: Harmonikufestivalur í Fuglafirði og heimasíðuna: www.harmonikufestivalur.foHarmonikufestivalur í Fuglafirði 26. – 28. august 2022
Vikuskiftis- og dagsarmbond fáast á www.atgongumerki.fo og við dyrnar.
20.00 Kirkjukonsert. Andakt við Bernhardinu Mikkelsen við luttøku av harmonikuspælarum og Hannis & vinmonnum.
Matstova og tónleika café opið 17.00-02.00
17.00-19.00 Møguleiki er at keypa suppu v/flutes, smyrjibreyð, køkur, kaffi o.a. (Opið alment)
17.00 Per og vinmenn
17.30 Óli og Juel
18.00 Hans Hjalti og Hóraldur
19.15 Frits Johannesen setur festivalin
20.00 Mette Sønderskov og Jon Halvor Kvamme (DK-NO)
20.40 Kjell Harald Langhaug (NO)
21.20 Spælimenninir í Nólsoy (FO)
22.00 Steðgur. Møguleiki er at keypa smyrjibreyð, køkur, kaffi o.a.
23.15 Framhald við jamsession (Komið og spælið við!)
Matstova og tónleika café opið 10.00-03.30
10.00-12.30 Brunsj 125,- við live tónleiki (7-14 ár 50,-) (Opið alment)
11.00 Poul Hammer o.o.
17.00-19.00 Døgurði v/kaffi 150,- við live tónleiki. (Opið alment)
17.30 Óli og Juel
18.00 Hanna og Terji
01.00 Møguleiki at keypa suppu v/flutes, smyrjibreyð, kaffi, køkur o.a.
19.00 Havnar Harmonikufelag
19.45 Anna Hüdepohl og Angelika Hansen (FO)
21.45 Steðgur. Møguleiki er at keypa smyrjibreyð, køkur og kaffi
Matstova og tónleika café opið 10.00-20.00
10.00-12.30 Brunsj 125,- við live tónleiki (7-14 ár 50,-) (Opið alment)
11.00 Poul Hammer o.o. spæla
15.00 Kjell Harald Langhaug, Mogens Bækgaard og Reidar Dahle
16.30-18.00 Felags sangløta við luttøku av Harmonikuvinum, Siloa og Thabor. (Ókeypis, men møguleiki er fyri at stuðla festivalinum)
13.00-14.30 Vælveruskrubb, dypp og saunagos við
Anniku M. Mellemgaard.
Keyp atgongumerki á atgongumerki.fo undir Harmonikufestivalur í Fuglafirði.
