ELVA hevur hevur kreativa og hugnaliga keramikkverkstovu á loftinum í Ribarhúsi. Tilmelding krevst, sí facebook event hjá ELVA her
Kom og mála leir í Fuglafirði. Elva Leir Kafé vitjar í Ribarhús leygardagin 2. sept og sunnudagin 3. sept.
Leirmáling er sera hugnaligt og øll kunnu vera við.
Mann bíleggur pláss, møtir upp, keypir ein leirlut at mála (flestu kosta ml. 230 og 350 kr.), velur litir og málar. Vanliga tekur tað á leið 2 tímar.
Meðan man málar kann man njóta eitthvørt til matna frá kaféini í húsinum.
Leygardagin eru pláss kl. 12-14, kl. 15-17 og kl. 18-20.
Sunnudagin eru pláss kl. 14-16 og 16.30 til 18.30.
Bilegg pláss við at skriva til @elvaleirkafe á Facebook ella instagram.
Vilt tú vita meira um Elva , finnur tú okkum á facebook og instagram. Tú ert eisini vælkomin ringja á 21649