Konsert við Bárði á Lakjuni í Mentanarhúsinum
Fríggjakvøldið 1. september fer Bárður á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við væl mannaðum tónleikabólki og kórsangarum. Umframt sítt egna tilfar – bæði nýtt og eldri – fer Bárður eisini at framføra sangir hjá Lenoard Cohen við týðingum eftir Niels Midjord og Alexandur Kristiansen.
Í februar 2020 gav Bárður fyrstu – og higartil einastu – solo-útgávu sína út undir heitinum “Lívsins dansur”. Fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt, og á konsertini fer Bárður sjálvsagt eisini at framføra m.a. ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”. Annað tilfar verður at hoyra, eisini slíkt, ið ikki er framført áður.
Konsertin byrjar kl. 20:00 og kostnaður er 200,- (børn til og við 12 ár fyri 100,-)
Keyp atgongumerki