Tim Christensen solo konsert, 5. mai
Tað er 10 ár síðani Tim Christensen, sangari í Dizzy Mizz Lizzy, hevði solokonsert í Føroyum, men nú sleppa vit at uppliva hann aftur 5. mai komandi ár. Tim Christensen kemur at spæla 2 solo sitikonsertir í Føroyum í 2023, eina í Norðurlandahúsinum hóskvøldið tann 4. mai og eina í Mentanarhúsinum fríggjakvøldið tann 5. mai. Atgongumerki fáast á mh.fo og á atgongumerki.fo
Tim Christensen er ein av mest markantu tónleikarunum í nýggjari danskari rokksøgu – fyrst sum frontmaður í stóra danska 90’ara rokkbólkinum, Dizzy Mizz Lizzy, og síðani sum sera væl dámdur solotónleikari. Solokarrieran varð skotin væl í gongd við útgávuni ”Secrets on Parade” í 2000, har m.a. ”Love is a matter of” seldi á leið 70.000 eindir. Eisini ”Right next to the right one” frá sjónvarpsrøðuni ”Nikolaj og Julie” frá 2002 gjørdi nakað gott við solokarrieruna hjá Tim Christensen. Síðani tá hevur hann útgivið tríggjar útgávur, har tann seinasta útgávan var framleidd í tøttum samstarvið við fasta backingband’ið, The Damn Crystals.
Tað er avmarkað nøgd og prísurin fer frá 495,- til 595,- tann 24. desember kl. 24.00.
Keyp atgongumerki