Skip to main content
Loading Tiltøk

Konsert við Heiðrik

19. juni, 2018 kl. 21:00 - 22:00

Multi-talentið Heiðrik fer við føroyska/íslendska bólki sínum á konsertferð í Føroyum í sambandi við nýggju útgávu sína “Funeral”.Ikki minni enn 2 FMA virðislønir og fult hús av stjørnum frá øllum ummælarunum bæði her heima og uttanlanda.

Útgávan snýr seg um fortíð hansara sum ungur LGBT-ari í Føroyum. Vakra og livandi røddin hjá Heiðriki dregur okkum við á eina sorgblíða, konfronterandi og eisini eitt sindur stuttliga ferð við íblástri úr jazzi og fólkatónleiki frá 20’unum og 50’unum. Við á útgávuni er vokalbólkurin KATA. Janus Ramussen úr BYRTA hevur framleitt.

Við sær á palli hevur hann Heðin Ziska Davidsen (guitar) Halldór Sveinsson (klaver) Per Højgaard Petersen (trummir) og Bergur Fonsdal Johannesen (bass)

Útgreining

Dato:
19. juni, 2018
Nær / kl.:
21:00 - 22:00
Tiltak bólkur:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530