Skip to main content
Loading Tiltøk

Konsert við tónleiki hjá Elvis Presley

11. november, 2017 kl. 20:00 - 22:00

Væleydnaða tiltakið á Reinsarínum í oktober, verður nú endurtikið – hesaferð í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Í sambandi við, at tað í ár eru 40 ár síðani, at Elvis Presley andaðist, hava Jens Lisberg og nakrir tónleikarar tikið stig til eina heiðurskonsert fyri Elvis. Konsertin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygardagin 11. november.

Á konsertini verða nakrir av teimum kendastu Elvis-sangunum spældir – eisini nakrir av teimum andaligu.

Jens Lisberg er vælkendur í Føroyum sum countrysangari, og hann hevur í mong ár framført countrytónleik til ymisk tiltøk, umframt  stuðulskonsertir til frama fyri vælgerandi endamál.

Afturat sær hevur hann ein bólk av dugnaligum tónleikarum og kórsangarum.

Tey, sum luttaka, eru:
• Jens Lisberg, sang
• Elspa Samuelsen, kórsang
• Malan Hansen, kórsang
• Torbjørn Lisberg, tangentar
• Sámal Lindenskov, guitar
• Hildibjartur Hansen, guitar
• Heini Fosaa, trummur
• Jóhan Martin Jacobsen, bass

 

Útgreining

Dato:
11. november, 2017
Nær / kl.:
20:00 - 22:00
Tiltak bólkur: