Skip to main content
Loading Tiltøk

Leonard Cohen heiðurskonsert

6. mai, 2017 kl. 20:00 - 22:30

Leonard Cohen á føroyskum - heiðurskonsert 6. mai kl. 20

Hvussu ljóðar Cohen á føroyskum?
Hóast sangskrivarin og croonarin Leonard Cohen er farin, liva sangirnir og tónleikurin víðari. Ikki minst í Fuglafirði, her Niels Midjord í 2013 gav út eina fløgu við Cohen sangum, sum Niels hevði fingið umsett til føroyskt.

Nýggi leiðarin í Mentanarhúsinum, Jónas Bloch Danielsen, hevur sett sær fyri at minnast Cohen, men í føroyskum hami. Tí verður leygarkvøldið 6. mai kl. 20 ein konsert Cohen til æru í Mentanarhúsinum. Tað vera m.a. Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall, Dánjal á Neystabø, Bárður á Lakjuni og sjálvsagt Niels Midjord sum fara at tulka Cohen í týðingunum hjá Niels Midjord og Alexandur Kristiansen.

Leonard Cohen var ein framúr góður yrkjari, og sangirnir hjá honum eru innspældir fleiri ferðir av øðrum sangarum. Leygarkvøldið 6. mai vera tað t.d. løgini Dance Me to the End of Love, Take this Waltz og So Long, Marianne, sum føroysku sangararnir fara at syngja undir heitunum Dansa meg til kærleikans trom, Tak ein vals og Farvæl Mariann.

 

Útgreining

Dato:
6. mai, 2017
Nær / kl.:
20:00 - 22:30
Tiltak bólkur:
Tiltak Tags:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530