Komandi vika er NorðurlandavikaNORA samskipar Norðurlandavikuna í samstarvi við føroyska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020. Endamálið við Norðurlandavikuni er at varpa ljós á Norðurlond og norðurlendskt samstarv. Árið í ár er serstakt fyri Føroyar í norðurlendskum høpi, tí í ár hevur Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum (Nordisk Ministerråd). Hetta merkir, at Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, leiðir arbeiðið innan ymsu samstarvsøkini landanna millum. Tey norðurlendsku londini eru Danmark, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Grønland, Áland og Føroyar. Nærri kunning um Norðurlendska Ráðharraráðið og formansskapin 2020 fæst á heimasíðuni www.norden.org . Nærri kunning um NORA, sum er eitt millumtjóðasamstarv, ið fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg, fæst her: www.nora.fo.
Atgongumerki til drive-in kunnu keypast á www.atgongumerki.fo
Atgongumerkini til tiltøkini í Norðurlandahúsinum fáast á www.nlh.fo
Kjakið um Covid-19 og Norðurlond verður at síggja á https://youtu.be/c03GmsA_UgE
Virðislønahandan Norðurlandaráðsins verður sýnd beinleiðis í Kringvarp Føroya.
Norðurlandakonsertin er útseld men verður stroymd beinleiðis á https://kvf.fo/live/2
Nærri kunning um konsertina fæst á https://torsgota.fo/tiltok/nordurlandakonsert-marius-gudrid-og-greta/