Aftur í ár verður skipað fyri campingtreffi í Fuglafirði á páskum. Eins og fyrr, verða vognarnir settir rundanum Mentanarhúsið, har veðurgott og hugnaligt er, og har bæði handil, pizzaria og vertshús eru beint við. Góður sandur er øðrumegin og bátahylur hinumegin.Mentanarhúsið hevur morgunmat um páskirnar, eins og Eyðun Nolsøe hevur útgávukonsert í niðara sali leygarkvøldið.
Hugnaliga og stuttliga ‘sammenskuds-gilde’ verður í ovara sali leygardagin og so ber til at fara til konsertina aftaná. Er veðrið til tað, stendur grillin frammi, so til ber at steikja sær okkurt gott.
Kostnaðurin er kr. 600 fyri plássið allar dagarnar.
Tekning fer fram hjá Kunningarstovuni í Fuglafirði á visit@fuglafjordur.fo ella tlf. 238015. Vinarliga upplýsið navn, tlf.nr., nummarplátu, longd á vogni, og um fortelt er við.