Tiltakið, sum skuldi verða 16. mars, er útsett til 10. apríl.
GUÐRIÐ HANSDÓTTIR verður gestur til fimta og seinasta “Samrøður um tónleik” tiltak á hesum sinni. Vit frætta m.a. frá virknu yrkisleiðini hjá Guðrið, ið telur fleiri solo útgávur í egnum navni og um elektropopp verkætlanina Byrta. Eisini frætta vit um tiltakið Gentur Rokka, ið verður hildið á øðrum sinni í summar.
“Samrøður um tónleik” er ætlað øllum við áhuga fyri tónleiki, sum vilja hoyra meira um tankarnar aftanfyri.
KNÚT HÁBERG EYSTURSTEIN, tónleikafrøðingur, fer í eini fyrilestrar- og samrøðurøð at práta við ymisk tónleikafólk, sum onkursvegna hava sett síni spor.
Vit hoyra helst okkurt lag eisini hvørt kvøldið. Fuglafjarðar Kvøldskúli og Mentanarhúsið skipa fyri tiltakinum. Tiltakið er 5 ferðir í vetur. Kostnaður er 200 kr fyri alla røðina ella 50 kr. hvørja ferð.
Stað: Mentanarhúsið í Fuglafirði www.mh.fo