Vælkomin til eina soniska seruppliving í heimsklassa í Svimjihøllini í Fuglafjarðar Skúla, tá Konsørn verða at hoyra har á Mentanardøgum 2023. Konsertin verður í sjálvasta svimjihylinum, har annar limurin lærdi at svimja – stikk denn.
—
Konsørn er ein sonisk duoverkætlan mannað av Jan Rúna Poulsen og Mattiasi Kapnas. Konsørn byrjaði á Christianshavn, har teir báðir limirnir vóru grannar. Síðan er bólkurin afturkomin til Føroya at búgva og virka. Fyrsta útgávan, “1418”, varð útgivin á sumri í 2022.
Mattias og Jan Rúni hava báðir lisið á Det Kongelige Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn á ávíkavíst klassiskum klaveri og klassiskum slagverki.
Tónleikurin er instrumentalur og eyðkendur av einari leitan eftir klangum og samljóðum millum ymisk sløg av klaveri og slagverki umframt til tíðir stórum ísletti av elektronikki.
Knút Háberg Eysturstein, tónleikafrøðingur, lýsir tónleikin soleiðis: “…Haldi meg m.a. hoyra drøg úr týskum súrkálsrokki og fronskum nítiára elektronika í tónleikinum – gamaní við egnum filmiskum og sveimandi norðuratlantsdámi…”
Bólkurin framførdi á fyrsta sinni á Summartónum í 2020. Síðan tá hava teir báðir spælt alskyns konsertir og útgivið tvey stakløg, harav annað – “Bei” – vann ársins kompositión á FMA 2021.
Í samstarv við FMX upptók Konsørn trý løg, ið hava verið at sæð í Kringvarpinum í “Í Luftini”.
Konsertin er ókeypis, men tryggið tykkum pláss umvegis leinki sum vit leggja út her seinni.
Svimjihylurin er skóleyst økið, so lakkerið bibbuneglirnar ella latið tykkum í penastu sokkar tit eiga
Og inni er sera heitt, men eisini fjálgt.
At enda vilja vit her nýta høvið at takka GroAqua (gl. JT-electric) fyri øll árini at hava lánt okkum undirvatnsljós at leggja niður í svimjihylin meðan konsertin er – tað er vakurt – takk fyri!
Vit gleða okkum