Aftur í ár er Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Í døgunum 14. mars til 23. mars sýnir breytin fram sangleikin TARZAN í Mentanarhúsinum.
Sangleikurin er so avgjørt fyri øll – bæði stór og smá. Leikurin er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1999.
TARZAN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum.
Heimskendi Phil Collins framleiddi tónleikin, og serliga munnu mong kennast við sera vakra sangin, You’ll Be In My Heart.
Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond.
Umleið 40 10.floks næmingar ganga á sangleikabreytini í ár. Tey eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin. Fyrsta almenna sýningin verður mikukvøldið 14.mars.
Eisini verður skipað fyri skúlasýningum.
Sýningar
Mikudagin 21. mars kl. 19.00 – keyp atgongumerki
Hósdagin 22. mars kl. 19.00 – keyp atgongumerki
(Tarzan í Mentanarhúsinum; 41 photos)