Leygarkvøldið verður tónleikakafé í Ribarhúsið, har m.o. Róin Siggertsson spælir, Róin hevur síðan ungan aldur verið úrmælingur á klaverinum og hevur frálíka rødd. Hann hevur síðan fyrst í nítiárunum búð mest í Danmark og hevur spælt nógv bæði sum solistur og í bólkum. Røturnar hava tó altíð verið í Vestmanna, og seinnu árini eru framførslurnar her heima alsamt fleiri, eins og hann hevur búleikast her á klettunum rættiliga fitt seinnu árini.
Konsertirnar í Ribarhúsið leygarkvøldið eru hesar:
Kl. 17: Eyðun og Jóanis Erik
Kl. 18: Klassiskir tónar við Beintu, Borgfríð og Hannu
Kl. 19: Rökkvi
kl. 20: Róin Siggertsson
kl. 21: Land of Maybe