Leygardagin 27. maj, á torginum við Mentanarhúsið í Fuglafirði, skipar Basalt fyri urtagarðsdegi millum klokkan 10 – 18.
Á degnum hevur Basalt nógvar ymiskar staudir, runnar og ymiskt annað til sølu.
Eisini ber til at uppliva ymiskt handaligt Basalt ger til dagligt.
Gartnarar eru til staðar á degnum og kunnu veita ráðgeving til ymiskt viðvíkjandi urtagarðar.
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.