Skip to main content
Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.
Event Series Afturvendandi: Sangleikurin SHREK

Sangleikurin SHREK

18. mars, 2023 kl. 19:00 - 19:30

Sangleikurin

SHREK

í Mentanarhúsinum í mars 2023

Aftur í ár er e-Nám Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik.

Frá 18. til 29. mars sýnir breytin fram ”Sangleikurin SHREK” í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór, smá, ung og gomul. Leikurin, ið tekur umleið 2 tímar, er bygdur á stuttliga og øðrvísi ævintýrfilmin frá 2001. ”Sangleikurin SHREK” hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Sjónleik, tónleik, sang, dans, tøkni – og ikki minst verður sera nógv gjørt burturúr búnum og palli! Næmingarnir spæla og syngja, og fakfólk saman við næmingum, foreldrum og avvarðandi taka sær av búnum og palli.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. 28 næmingar í 10. flokki eru á e-Nám Sangleikabreytini í ár. Næmingarnir eru úr Fuglafjarðar skúla og skúlanum við Streymin.

Almennar sýningar eru hesar dagar:

Atgongumerki 18. mars Atgongumerki 19. mars Atgongumerki 22. mars Atgongumerki 23. mars Atgongumerki 24. mars Atgongumerki 25. mars Atgongumerki 26. mars Atgongumerki 29. mars

Atgongumerki á 120 kr fáast á atgongumerki.fo

Verið hjartaliga væl komin – vit gleða okkum at síggja tykkum!

Útgreining

Dato:
18. mars, 2023
Nær / kl.:
19:00 - 19:30
Afturvendandi:

Stað

Mentanarhúsið
Karvatoftir 5
Fuglafjørður, 530
+ Google Map