Frú Formaður
Altjóða kvinnudagurin verður aftur í ár í Mentanarhúsinum 8. mars.
Kl. 18 letur kaféin upp.
Vínkúllarnir hava leskiligar Britubitar og tølandi vín í kaféini.
Forkunnug verk frá Lailu Mote eru á veggunum, og løg hjá føroyskum kvinnum floyma úr klaverinum.
Beinta Løwe leiðir tvey sofa-kjak: ‘Kvinna kenn títt krónuvirði’ við Rósu Heinesen, Elisabeth Eldevig og Óluvu í Gong; og ‘Tingmaður og kona’ við Bjørt Samuelsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.
Skráin er kryddað við kórsangi frá Silvitni, skemti frá Astrið Gullborgardóttir, einum innslagi frá Steintóru Erhardsdóttir og tónleiki frá Ester Skála við bólki.
Á skránni er eisini eitt ressandi innspark frá Rønn Eliasen, Ársins Brita verður kosin og Kristina Gry Berg rundar av.
Atgongumerki og meira kunning á mh.fo.
Demokratia skipar fyri ókeypis bussi úr Havnini kl. 18.15. Tað ber til at bíleggja sær pláss við bussinum á mh.fo.
Dyrnar lata aftur kl. 19.30.
Tiltakið byrjar kl. 20.00 og verður sent í KvF eftir hondbóltslandsdystin.