Fríggjakvøldið 9. juni kl. 22, beint eftir landsdystin verður ein spennandi konsert við Benjamin og Kára P í Mentanarhúsinum. Hesir báðir tónleikaligu úrmælingarnir umboða tvey ymisk tíðarskeið og tíðarrák, og teir hava á hvør sín hátt ríkað føroyska sangskattin við fleiri væl umtóktum sangum.
Kári P eigur nakrar av kendastu sangunum, sum ofta verða sungnir í góðum veitslulag, t.d. Súrligar nætur í Keypmannahavn og Kalla Katt av útgávum sum Vælferðarvísur og Hinumegin Ringvegin.
Benjamin hevur fleiri fangandi løg á føroyskum og enskum, bæði einsamallur og í bólkinum AVE. Ein fantastiskur guitarleikari við einari eyðkendari rødd, sum inniliga framførir sigandu tekstirnar.