Leygardagin 2. september skipa vit fyri gongutúri til Hellurnar, har borðreitt verður við tónleiki og einum bita, og síðani sigla vit aftur til Fuglafjarðar við Norðlýsinum, har vit eisini fáa góða suppu.
Túrurin byrjar kl. 12.30 við Kunningarstovuna, haðani Dávur Winther, ferðaleiðari, førir okkum upp um Skarðið og til Hellurnar. Mamma hansara, Emma Winther, gekk sum lækni ofta um Skarðið og Dávur var oftani við henni tá, eins og hann hevur gingið mangan túrin síðani. Hann sigur helst frá onkrum túri og øðrum søgum, og vit kunnu njóta vøkru náttúruna á vegnum.
Komin oman til Hellurnar fara vit inn í Lamba-Símunar hús, sum Justinus Eidesgaard hevur endurreist við rekaviði og gróti úr økinum. Her fáa vit ein middagstallerk, sum Leif Sørensen ger til okkara. Eisini fara Niels Midjord og Eilin Hansen at syngja fyri okkum í hesum hugnaliga húsi.
Aftaná sigla vit við Norðlýsinum til Fuglafjarðar. Umborð fáa vit suppu og eitt gott prát og fáa høvi at njóta náttúruna frá sjónum. Vit vera væntandi aftur í Fuglafirði umleið kl. 17, so møguleiki verður fyri at njóta góðan kórtónleik ella at fáa um endan á stóra matmarknaðinum. Túrurin kostar kr. 375 íroknað ferðaleiðara, vitjunarverd hús, middagstallerk, tónleik og túr við Norðlýsinum. Avmarkað pláss.
Um ivamál eru setið tykkum í samband við Kunningarstovuna visit@fuglafjordur.fo