Altjóða kvinnudagurin verður hildin í Mentanarhúsinum týsdagin 8. mars við heitinum Konubrot og Britubrim!
Mentanarhúsið letur upp kl. 18 við lekkrari kafé, klavertónum frá kvinnuligum komponistum, yrkingum og list.
Kl. 19.30 byrjar sjálvt haldið, tá Rønn Eliasen, mentanarleiðari, bjóðar vælkomin. Barbara Holm er orðstýrari og fer at stýra tveimum sofaprátum:
“Mansstýrið? Nei, álvaratos!” við Bjørgfríð Ludvig, Ruth Vang, Eyðdis Hartmann Niclasen og Ingilín Strøm; og
“Kveikjandi reyðsing – eitt blomstrandi samfelag” har Erika Hayfield leggur út, og síðani koma Barbara Apol, Bergtóra Høgnadóttir og Tóra við Keldu við í kjakið.
Eisini verður stand-up við Elisu Vang, Guðrið Hansdóttir og Benjamin Petersen syngja og spæla fyri okkum og Mai Laksáfoss, forkvinna í Javnstøðunevndini, gevur okkum eitt útspark.
Aðrir luttakarar: Gentuvesið (kjak), Gøtu Kirkju Ungdómskór (sang), ‘Kókikonurnar Patursson’ (kafé), Bárður Dal Christiansen (list), Anki (klaver), Rannvá Holm Mortensen (yrkingar), Sigga í Hoyvík (leirlist)
GG!! KvF sendir beinleiðis frá tiltakinum frá kl. 19.30 – 21.00. Tí verða dyrnar stongdar kl. 19.20. Nøkur innsløg eru áðrenn og aftaná almennu skránna.
Bussur koyrir úr Havn. Bíleggjast pláss á atgongumerki.fo https://mh.atgongumerki.fo/?eventId=1453660
Gleðið tykkum til eitt kveikjandi og skemtiligt kvøld í góðum selskapi og hugnaligum umhvørvi!!