Loading Tiltøk

« Øll Tiltøk

Aksel Remmel, klaver, og Félix Nunes, sello

1. mai kl. 19:00

Tað er ikki á hvørjum degi, at høvið er at hoyra verk eftir Shostakovich, Rachmaninoff og Schumann framførd í Mentanarhúsinum. Men fríggjakvøldið 1. mai fáa vit vitjan av tveimum veruligum úrmælingum á sínum ljóðførum, táið føroyski pianisturin Aksel Remmel og kanadiski selloleikarin Félix Nunes fara á pall at framføra verk eftir m.a. júst nevndu tónaskøld.

Remmel og Nunes lova eina spennandi og vakra konsert.

Skráin er sett saman við tí fyri eyga, at hon bæði skal vera atkomulig og áhugaverd fyri tey, ið eru nýggj innan klassiskan tónleik, og samstundis geva eina djúpri uppliving til tey meira garvaðu.

Sello sonatan eftir Shostakovich er eitt ógvuliga rørandi og spennandi verk. Fantasiestücke eftir Schumann er ein røð av trimum stuttum satsum, hvør við sínum eyðkendum karakteri. Vocalise eftir Rachmaninoff inniheldur eina tað mest ikonisku og vøkru melodiina í klassiska repertoirinum. Og at enda spæla teir tvey stykkir úr “Four Cities” eftir Fazil Say, sum ber íblástur úr fólka- og jazz tónleiki.

Ein konsert, ið sameinir tað kensluborna, tað virtuosa og tað nýskapandi – framført av tveimum framúr tónleikarum.

Legg til merkis, at vit bjóða Serprís til ungfólk og musikkskúlanæmingar til hesa konsertina.

KEYP ATGONGUMERKI HER

Útgreining

  • Dato: 1. mai
  • Nær / kl.:
    19:00

Stað